Fríggjakvøldið er Vágs Kirkja karmur um tvær guðstænastur, eina fyri tey eldru, og eina fyri tey ungu. Tað er Hanus á Gørðum, virkandi sóknaprestur í Klaksvík, sum vitjar Suðuroynna, og kemur hann at hava tvær guðstænastur, meðan hann er í Suðuroy.
Fyrra guðstænasta verður fríggjakvøldið 27. Novembur kl. 17.00, tá ið Hanus á Gørðum kemur at hava serliga guðstænastu við altargongd, fyri eldri fólki. Umframt at Hanus virkar við, so verður eisini sangur á skránni, tá ið Mirjam og Victor Carlsen, koma at spæla og syngja tveir sangir.
Eftir guðstænastuna verður samverða við ábiti í Missiónshúsinum.
Í sambandið við Eldra guðstænastuna, so koyrir bussur av Tvøroyri, og steðgar á vanligu støðunum, og ber til at ringja til bussføraran á 226566, og avtala nærri
Tey ungu
Fríggjakvøldið er Vágs kirkja eisini karmur um eina ungdómsguðstænastu. Tað eru teir báðir Hanus á Gørðum prestur, og Finn Johannessen, sum stíla fyri.
Hanus sigur soleiðis um tiltakið:
- Ætlanin er at skipa kvøldið hugnaligt, og aktuelt fyri tey ungu. Eitt kvøld har boðskapurin er konkretur og málrættaður til ungdóm.
Eftir guðstænastuna hevur Kirkjuráðið syrgt fyri onkrum góðum til matna, so áhugað kunnu leggja leiðina í Vágs Kirkju fríggjakvøldið kl. 21.00.