Øðrvísi fimleikaframsýning hjá Ljósinum

Tíðindaskriv frá Fimleikafelagnum Ljósinum

Leygardagin 22. mars verður árliga fimleikaframsýningin hjá fimleikafelagnum Ljósinum í høllini á Hálsi.
Sum nakað nýtt fer felagið at royna seg við framsýning í tveimum umførum. Ein framsýning við teimum smærru børnunum og kappingarliðum felagsins frá 14.00-15.30, og ein seinni, kl. 17.00-18.30, við teimum eldru og somuleiðis kappingarliðunum.
Orsøkin til hesa avgerð er, at talið av íðkandi limum økist á hvørjum ári, - og tað sæst aftur til framsýningarnar, sum eru vorðnar støðugt drúgvari. Ja, - so drúgvar, at fleiri hava gramt seg um træsmakk av sessinum, og at bíðitíðin hevur verið ein sonn plága fyri tey spentu børnini. Fyri at gera tiltakið meira áskoðaravinaligt og geva kensluna av uppliving heldur enn marru, hevur felagið avgjørt at hava tvær stuttar framsýningar ístaðin fyri eina langa leiðiliga. Harvið fáa fólk eisini sjálvi møguleika at ráða fyri, um tey bara vilja síggja ein part ella alt samalt. Fyri børnini verður tað ein lætti ikki at skula bíða eina tríggjar tímar bara fyri at framføra í fimm minuttir og ganga skrúðgongu tvær reisur.
Áskoðarin kann keypa atgongumerki ávikavist galdandi fyri báðar sýningarnar og ta einstøku. Ljósið vónar, at fólk taka undir við hesum nýggja hugskoti, tí í aðrar mátar verður framsýningin eftir sama leisti:
Tað er breiddin og tann almenni fimleikurin sum heild, ið serliga verður at seta sín dám á framsýningina. Tey einstøku liðini fara at vísa nakað av tí, tey hava lært í vetur, - bæði seriur og brøgd. Harnæst vera kappingarliðini í rútmiskum fimleiki, sum øll fingu heiðursmerki til stórkappingina fyri knappliga tveimum vikum síðani, eisini við, umframt úrvalsliðið í reiðskapsfimleiki, sum seinni í vár skal til FM-kapping í hesi kappingargrein.