Ruth: Dráttur gjørdi ov nógv mistøk

(Rás2) Hoyr Ruth Albinsdóttir hjá Drátti seta orð á 2-3 steypafinalutapið ímóti Fleyr

Fleyr er steypavinnari hjá kvinnum í flogbólti. Tað gjørdist veruleiki tá Fleyr vann 3-2 á Drátti.

 

Talan var um eitt rimmar comeback hjá Fleyr, sum var aftanfyri 0-2 í settum. Dráttur vann 25-22 og 25-22, men so vendi dysturin. Fleyr vann triðja sett 25-15, fjórða sett 25-21 og fimta sett 15-8.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen gjørdi við Ruth Albinsdóttir hjá Drátti.

 

Tað koyrdi væl hjá Drátti í tveimum teimum fyrstu settunum, men Ruth Albinsdóttir, at trý tey næstu settini gjørdi Dráttur alt ov nógv mistøk.

 

10 servumistøk í triðja setti lýsa væl vánaligu gongdina hjá Drátti í tí settinum. 

 

Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar og venjara hjá Fleyr hoyrast HER

 

Frásøgnin av teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum, sum Hilmar Jan Hansen segði frá á Rás2, og viðmerkingarnar hjá Jákupi Fjallsbak hoyrast HER