Russland vil spæla í Føroyum grundlógardag

Fótbóltur: 21. januar fara umboð fyri tey seks londini í HM undankappingarbólki eitt í Europa til Zürich at leggja skránna fyri komandi tvey árini

Nýggja árið verður tríggjar vikur gamalt, tá umboð fyri tey seks londini í europeiska undankappingarbólki eitt hittast til fundar í Zürich í Sveits. Á dagsskránni á fundinum, sum verður fríggjadagin 21. januar, verður høvuðsmálið at leggja skránna fyri undankappingina, ið fer at hava sum mál at finna fram til, hvat landið skal vinna rættin til luttøku í endaspælinum í Japan og Suðurkorea og hvat landið skal telvast um eitt eyka pláss.

Fótbóltssambandið fer at verða umboðað av Jens Eriki Magnussen, formanni í landsliðsnevndini, Allani Simonsen, venjara, og Ísaki Mikladal, aðalskrivara í FSF.

Longu nú er greitt, at dystirnir verða spældir í dupult umførum. Í undanfarnu EM undankapping var tað soleiðis, at fyrri dysturin varð spældur leygardag og tann seinni mikudag. Nú er gjørt av, at fyrri dysturin skal spælast mikudag og tann seinna leygardag.

UEFA hevur longu boðað frá í hvørjum vikum undankappingardystirnir skulu spælast, og takið hjá umboðunum fyri tey seks londini ? Jugoslavia, Russland, Sveits, Slovenia, Luksemburg og Føroyar ? verður at fáa puslispælið at ganga upp.

? Tað er týdningarmikið fyri okkum at kenna okkara pláss. Vit eru smáir, og tí verða tað ikki vit, sum fara at seta dagsskránna, men um vit eru snildir, so er ikki óhugsandi, at okkara lutur í skránni fer at verða soleiðis, at vit væl kunnu liva við tí, sigur Ísak Mikladal, sum saman við Jens Eriki Magnussen og Allani Simonsen hevur nógvar royndir at taka lut í sovornum telvingum.


Russarar hava spælt út

Í teimum ymsu londunum verða møguleikarnir nú tugdir og tannlaðir fyri at finna fram til ta skránna, sum verður hildin at vera tann besta. Sjálvsagt er møguleiki fyri, at áhugamálini hjá ymsu londunum ganga upp á tvørs av hvørjum øðrum, og tað er onkuntíð komið fyri, at londini í einum bólki ikki eru vorðin samd um, hvussu skráin skal síggja út. Í tílíkum førum er tað upp til UEFA ella FIFA at gera av, nær dystirnir skulu spælast.

Enn eru ongar ábendingar um, hvussu tað fer at ganga 21. januar. Men tað er ein møguleiki fyri, at nógv verður fingið upp á pláss undan fundinum.

Fótbóltssambandið hevur longu fingið skriv frá russiska fótbóltssambandinum. Russararnir hava sent øllum hinum fimm sambondunum skriv, har teir skjóta upp, hvussu dystirnir hjá russiska liðnum skulu leggjast. Sambært tí uppskotinum skal føroyska landsliðið spæla í Moskva 11. oktober komandi ár. Russarar leggja eisini upp til, at dysturin í Føroyum verður spældur 5. ella 6. juni í 2001.

? Russarar og jugoslavar hava áður verið í Føroyum, og teir kenna treytirnar, sum landsliðsfótbóltur verður spældur undir her hjá okkum. Tí fara teir neyvan at seta uppá, at vit skulu spæla í november ella í mars, og eg rokni heldur ikki við, at hetta fer at verða nakar trupulleiki við sveisarum ella teimum úr Luksemburg. Slovenarnir kenna vit ikki so nógv til, men tá umboð fyri londini vóru saman í Tokyo, kunnaðu okkara umboð teir um, hvussu tað liggur fyri hjá okkum, so tá vit fara at hittast 21. januar, verða teir ikki heilt ófyrireikaðir upp á okkara umstøður, sigur Ísak Mikladal.