Russland: Ukraina roynir at taka bygd í Kursk

Ukraina hevur sett í verk mótálop á russiskar herdeildir í Kursk-landslutinum.

Ukrainskir ermenn á fremstu røð í Kharkiv-økinum í Ukraina. Bæði í eystara parti av Ukraina og í russiska Kursk-økinum ganga russar fram.  - Mynd: Sofía Gatilova

Tað boðaði Russland frá sunnudagin, sambært Reuters.

Russland hevur roynt at skumpa ukrainskar herdeildir aftur, eftir at tær hertóku eitt øki í russiska økinum í summar.

Ukrainska álopið í dag hevði til endamáls at steðga russisku framgongdini í Kursk, sigur russiska verjumálaráðið.

Ukraina hevur millum annað brúkt tveir stríðsvognar og tólv brynjað akfør í álopinum, sigur ráðið. Ukrainararnir fóru fram móti bygdini Berdin.

Teir vórðu tó trýstir aftur av russisku hermonnunum, sigur ráðið.

Upplýsingarnar eru ikki váttaðar av óheftum.

Ikki nógv hevur verið sagt um nýggja álopið frá ukrainsku síðuni.

- Russland fær tað, sum tað hevur uppiborið, segði stabsleiðarin hjá Zelenskyy, Andrij Yermak, einfalt.

 

/Ritzau/

 

Ukrainskir ermenn á fremstu røð í Kharkiv-økinum í Ukraina. Bæði í eystara parti av Ukraina og í russiska Kursk-økinum ganga russar fram.  - Mynd: Sofía Gatilova