Russland sleppur ikki uppí mannarættindaráðið

Tað var í september, at BBC hevði fingið fatur í einum avriti av einari fráboðan, sum Russland hevði sent út til ST-limalond og bað um stuðul til at sleppa uppí aftur mannarættindaráðið.

Russland hevur roynt at sloppið uppí aftur mannarættindaráðið hjá ST, eftir at landið varð koyrt úr ráðnum, tá russiskar herdeildir gjørdu innrás í Ukraina í februar í fjør.

 

Men, nú er greitt, at Russland sleppur ikki uppi aftur ráðið fyribils. Tað veit tíðindastovan AFP at siga í dag.

Mannarættindaráðið í ST hevur 47 limalond, sum verða vald í ráðið fyri eitt trý áraskeið. Russland kappaðist við Albania og Bulgaria um tveir av sessunum, men fekk stólin fyri hurðina.

 

Tað var í september, at BBC hevði fingið fatur í einum avriti av einari fráboðan, sum Russland hevði sent út til ST-limalond og bað um stuðul til at sleppa uppí aftur ráðið.

 

Í fráboðanini lovaði Russland at finna loysnir á mannarættindaspurningum, sum funnust hevur verið at.

 

Sambært BBC vónaði Russland at vinna eitt ávíst trúvirði aftur á altjóða pallinum, eftir at landið er skuldsett fyri brot á mannarættindi, bæði í Ukraina og innan egið landamark.

 

Men, hetta trúvirðið hevur Russland eftir øllum at døma ikki fingið í ST.