Russiski herurin hevur skotið 58 dronur niður yvir russisku landspørtunumk Belgorod, Brjansk, Voronezj, Kursk, Rjazan og Leningrad.
Tað er hent í nátt og í morgun, upplýsir russiska verjumálaráðið í einum boðum sambært Reuters.
Tað er enn ikki upplýst, um nakar hevur fingið skaða í sambandi við dronuálopini og niðurskjótingarnar.
Samstundis upplýsia lokalir myndugleikar í Belgorod, at ein ukrainsk drona hevur lopið á høvuðsstøðina hjá russisku fregnartænastuni, FSB.
Tað skrivar statsliga russiska tíðindastovan Tass.
Ein bygningur í høvuðsstøðini í Belgorod hevu fingið skaða, men eingi fólk hava fingið skaða.
Harumframt  er eitt oljureinsiverk álopið í Rjazan, sigur guvernørurin í landspartinum, Pavel Malkov, á boðtænastuni.
– Eldur er komin í av hesum. Sambært fyribils upplýsingunum hevur onkur fingið skaða, skrivar Pavel Malkov ifølge Reuters.
Hann nágreinar ikki, hvussu nógv hava fingið skaða.
Eisini týsdagin sendi Ukraina eftir øllum at døma nógvar dronur inn yvir russiskt øki. Har framdi Ukraina eitt av sínum higartil størstu loftálopunum móti russikum øki síðani russisku innrásina í 2022.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur síðani sambært Reuters lagt Ukraina undir at royna at ávirka russiska forsetavalið við sínum álopum. Valið verður um vikuskiftið.
/ritzau/










