Ukrainska verjuleiðslan sigur, at 11.000 russiskir hermenn eru falnir í krígnum higartil. Kreml sigur, at talið er 498. Í báðum førum eru tølini óvátttað. Her liggur eitt niðurskotið russiskt flogfar.

Russland rindar ein høgan prís í krígnum

- Tað verða fleiri hundrað russiskir hermenn dripnir í Ukraina hvønn einasta dag, sigur ST-sendikvinnan hjá USA, Linda Thomas-Greenfield.

 

Ukrainska verjuleiðslan sigur, at 11.000 russiskir hermenn eru falnir í krígnum higartil. Kreml sigur, at talið er 498. Í báðum førum eru tølini óvátttað. Her liggur eitt niðurskotið russiskt flogfar.

- Vladimir Putin hevur gjørt av, at hann fer at halda fram við álopunum á sivil í Ukraina í einum kríggi, sum Russland eisini kennir avleiðingarnar av eins væl og øll onnur.

 

Tað sigur amerikanska ST-sendikvinnan, Linda Thomas-Greenfield, við tíðindastovuna, ABC.

 

Ukrainska verjuleiðslan sigur, at 11.000 russiskir hermenn eru falnir í krígnum higartil. Kreml sigur, at talið er 498. Í báðum førum er talan um tøl, sum ikki eru váttað av óheftum keldum.

 

Norska kringvarpið - NRK - skrivar, at tað finnast eingi óheft tøl, sum siga, hvussu nógvir ukrainskir hermenn higartil eru deyðir í krígnum, ei heldur hvussu mong ukrainsk stríðsflogfør eru skotin niður. 

 

Bretskar fregnartænastukeldur siga, at 88 russisk flogfør og tyrlur eru skotin niður í Ukraina, men sambært BBC sigur ukrainska verjuleiðslan, at tey hava skotið niður 44 russisk stríðsflogfør og 48 tyrlur.

 

ST segði í einari kunning í dag, at tilsamans 364 sivilfólk eru deyð í russisku álopunum á Ukraina higartil, og 759 fólk hava fingið skaðar.

 

Í ST vænta tey tó, at hesi tøl helst eru nógv størri, tí í økjum, har harðir bardagar eru, er neyvan funnið fram til øll tey sivilu, sum eru deyð, og hugsandi er eisini, at fleiri ikki eru eyðmerkt.

 

ST-sendikvinnan hjá USA, Linda Thomas-Greenfield, sigur, at Russland so sanniliga eisini kennir avleiðingarnar av krígnum hjá Vladimir Putin.

 

- Tað verða fleiri hundrað russiskir hermenn dripnir í Ukraina hvønn einasta dag, sigur hon.

 

##med2##

 

 

 

Ukrainska verjuleiðslan sigur, at 11.000 russiskir hermenn eru falnir í krígnum higartil. Kreml sigur, at talið er 498. Í báðum førum eru tølini óvátttað. Her liggur eitt niðurskotið russiskt flogfar.

Líkið av einum russiskum hermanni í kavanum í skógini uttan fyri Kharkiv í dag.