Japanska stjórnin er ikki fegin um, at russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, hevur verið og vitjað Kuriloyggjarnar, sum eru millum japonsku oynna Hokkaido og russiska Kamchatkanesið. Hann er tann fyrsti russiski leiðarin, sum hevur vitjað oyggjarnar.
Oyggjarnar hava verið undir russiskum yvirvaldi síðani seinna heimsbardaga, men tað hava japanar ongantíð góðtikið, og tí skrivaði Japan ikki undir friðarsáttmála við Sovjetsamveldið aftan á heimsbardagan. Japan hevur kravt at fáa fýra tær syðstu oyggjarnar, men higartil hava russar sagt nei.
Japanski uttanríkisráðharrin, Seiji Maehara, skal til Moskva um nakrar dagar, og tá fer hann at endurtaka kravið um tær fýra oyggjarnar, skrivar AFP úr Tokyo. Men russar hava longu frammanundan gjørt greitt, at Russland fer ikki at lata oyggjarnar frá sær.
Umleið 19.000 fólk búgva í Kuriloyggjunum, og har eru bæði gull og silvur í jørðini.










