Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte og amerikanski forsetin, Donald Trump

Russland: Nógv kann henda í 50 dagar

Seinastu mánaðirnar er amerikanski forsetin vorðin alt meira ørkymlaður um russiska forsetan, Vladimir Putin

 

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte og amerikanski forsetin, Donald Trump

Mánadagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann fer at hjálpa Ukraina við fleiri loftverjuskipanum av slagnum, Patriot.

 

Hann segði eisini, at USA fer at seta í verk handilstiltøk við sera høgum tolli, um Russland ikki innan 50 dagar gongur við til eina avtalu, sum kann steðga krígnum í Ukraina.

 

Fráboðaðu amerikansku tiltøkini eru møtt við ymiskum reaktiónum í Russlandi, og í almennum russiskum sjónvarpi verður Donald Trump samanborin við fyrrverandi amerikaska forsetan, Joe Biden, veit CNN at siga.

 

- Eftir mánaðir við rósi í Russlandi sum ein potentiellur friðarmeklari, verður amerikanski forsetin nú sæddur sum ein "krígseggjari", sigur Moskva-tíðindamaðurin hjá CNN, Matthew Chance. 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til nýggju útsagnirnar hjá Donald Trump, men leiðarin í einari nevnd hjá russisku statsduma'ini, sum umsitir altjóða samstarv, Leonid Slutski, finst at útsagnunum hjá amerikanska forsetanum.

 

Sambært tíðindastovuni Tass heldur hann, at um Donald Trump vil hava framgongd í Ukraina-spurninginum, átti hann at vent nevanum móti Volodymyr Zelenskyj, forseta í Ukraina, heldur enn at hótta við revsititøkum móti Russlandi.

 

Finski miðilin, Iltalethi, veit at siga, at reaktiónirnar hjá russiskum politikarum og hernaðarbloggarum um útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum sum heild hava verið "bagateliserandi", sum tikið verður til. 

 

Fleiri vísa serliga á longu freistina, sum Donald Trump hevur sett russiska forsetanum, Vladimir Putin, eins og tiltøkini eru veikari, enn stúrt hevur verið fyri, veit The Guardian at siga.

 

- Um hetta er alt, sum amerikanski forsetin hevur at siga um Ukraina, so hevur stúranin fyribils verið yvirdrivin, skrivar leiðarin fyri politisku russisku uttanríkisnevndini, Konstantin Kosatsjov, á Telegram.

 

Hann vísir á, at nógv kann broytast eftir 50 døgum, bæði á hermótinum og í høvdinum á teimum, sum sita við valdinum í USA og Nato.

 

- Tað týdningarmesta er, at hetta slett ikki ávirkar okkara lag, og soleiðis er tað bara, skrivar hann.

 

Umtókti Kreml-vinaligi hernaðarbloggarin, Yuri Podoljak, sum hevur fleiri enn tríggjar milliónir fylgjarar á Telegram, skrivar, at Donald Trump kann koma at broyta meining fleiri ferðir hesar 50 dagarnar, sum liggja fyri framman.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði herfyri, at hann hevur tosað við amerikanska forsetan, Donald Trump, í telefon eftir at forsetin boðaði frá vápnahjálpini til Ukraina.

 

- Vit tosaðu um, hvørji átøk og loysnir, sum eru neyðug fyri at verja ukrainskar íbúgvar móti russiskum álopum og fyri at styrkja støðum hjá Ukraina.

 

Volodymyr Zelenskyj skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at Ukraina er til reiðar at arbeiða so produktivt sum gjørligt fyri at fáa frið í Ukraina, 

 

Ukrainski forsetin skrivar eisini, at hann hevur tosað við Nato-ovastan, Mark Rutte, og her hevur hann takkað honum fyri, at fleiri lond nú samstarva um at lata Ukraina amerikanskar Patriot-rakettir til loftverjuna.

 

 

 

 

 

 

 

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte og amerikanski forsetin, Donald Trump