– Í sjónvarpsrøðini »Skyggekrigen« verður ógrundað hildið uppá, at russisk fiskifør luttar í fregnarvirksemi. Tíðindini er tíverri borin í donskum miðlum og er vorðið grundarlag fyri kenslubornum kjaki.
Soleiðis skrivar russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, í viðmerking til føroysku bløðini.
Hann sigur, at fiskiskapurin fer fram so gjøgnumskygt, sum til ber og er undir eftirliti av myndugleikunum í teimum londum, har fiskað verður. Russisku skipini verða javnan kannað bæði á opnum havi og í havnum.
Hann skrivar víðari, at spurningarnir um sína millum eftirlit, nýtsla av fylgisveinasporingsskipanum, umbýti av upplýsingum um fiskiførini er ein raðfesting og verður nágreinað árliga innan karmarnar í fundunum í Felags Russisk-nNorsku Fiskivinnunevndini og Felags Russiskt-Føroysku Fiskivinnunevndini. Russiska samstarvið við bæði Noreg og Føroyar á fiskivinnuøkinum verður framt á millumstatsligum avtalum og í fullum samsavari við fólkarættin, skrivar russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin.
##med2##
– Fullkomiliga ábyrgdarleysar og provokerandi eru eisini royndirnar hjá fleiri donskum politikarum og viðmerkjarum at lýsa sambandið hjá Føroyum við ta Euroasisku Búskaparligu Samgonguna, sum eitt fremjandi organ fyri ta Eurasisku Búskaparligu Samgonguna (Armenia, Hvítarussland, Kasakhstan, Kirgisistan og Russland), um menningin av einum sínamillum gagnligum samstarvið, sum eitt ynski hjá Russlandi at »sláa ein kíla« í viðurskiftini millum Tórshavn og Keypmannahavn fyri at gera bondini millum Føroyar og Danmark veikari, sigur hann.
– Føroyar tóku í 2013 stig til at gera eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og Eurasisku Búskaparligu Samgonguna. Tá varð tosa um eitt optimalt samstarv. Har vóru bara búsksparligar grundgevingar tiknar við, tá Eurasiska Búskaparliga Samgongan er ein rein búskapar- og tollsamgonga. Tað hevur ongantíð verið politiskt grundarlag í sáttmálunum millum Føroyar og samgonguna, sigur Vladimir Barbin.
Hann sigur at enda í skrivinum soleiðis:
– Bara tey, sum ikki hava kunnleika til evnið ella hava óndsinnað ynski um at oyðileggja samstarvið millum Russland og Føroyar á fiskivinnuøkinum, sum hevur verið gagnligt fyri báðar partar í áratíggju, kunnu av álvara kjakast um tað miskunningar-møsn, sum verður spreitt í donskum miðlum í dag.