Russland hóttir aftur við triðja heimsbardaga

Nú ávarar Russland um ein triðja heimsbardaga, um Ukraina fer upp í verjusamgonguna, Nato.

- Í Kyiv eru tey fult greið yvir, at stigið at fara upp í Nato kann føra til eina víðkan av krígnum og føra til ein triðja heimsbardaga.

 

Tað sigur varaskrivarin í russiska trygdarráðnum,  sambært tíðindastovuni Tass.

 

Stutt eftir, at Russland legði undir seg fýra ukrainskar regiónir í endanum av september, gjørdist tað alment, at Ukraina søkir um Nato-limaskap.

 

Alexander Venediktov sigur, at skundumsóknin hjá Ukraina um limaskap í verjusamgonguni er eitt propagandastunt, sum hann rópar tað.

 

- Nato-limalondini skilja væl, at eitt slíkt stig minnir um eitt "sjálvmorð", sigur varaskrivarin í russiska trygdarráðnum við tíðindastovuna, Tass.