Russland hevur einki at snakka við Nato um

Myndir úr økjum, har russiski herurin er rýmdur - ella rikin burtur - hava skakað stóran part av heiminum, og ágangurin á Russland er stórur.

Alexander Grushko er vara verjumálaráðharri í Russlandi.

Russland, sum gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar, heldur ikki, at landið hevur nakað at snakka við verjusamgonguna Nato um.

 

Alexander Grushko, sum er næsti maður verjumálaráðharrans í Russlandi, sigur í dag, at Moskva einki samband hevur við Nato.

 

- Vit hava einki at snakka við Nato um, skrivar Reuters, sum endurgevur russisku tíðindastovuna, Tass. 

 

Russiska krígsførslan í Ukraina heldur fram við teimum ógvusligu avleiðingunum fyri ukrainska fólkið, sum vit serliga hava sæð seinastu dagarnar.

 

Myndir úr økjum, har russiski herurin er rýmdur - ella rikin burtur - hava skakað stóran part av heiminum, og ágangurin á Russland er stórur. 

 

##med2##

 

 

 

Alexander Grushko er vara verjumálaráðharri í Russlandi.

Fleiri býir og býarpartar í Ukraina eru í knúsi eftir russiska ágangin á landið.