Russland góðtekur ikki eina stutta vápnahvíld

- Neyðugt er við einari varandi loysn millum partarnar, sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova

Russland tekur ikki undir við einari stuttari vápnahvíld í krígnum móti Ukraina.

 

Hetta eru annars tankar, sum forsetarnir í Ukraina og Fraklandi hava havt á munni.

 

Og forsetarnir í hesum førinum eru sjálvsagt Volodomyr Zelenskyj og Emmanuel Macron.

 

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga í dag.

 

Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sigur, at neyðugt er einari varandi loysn millum partarnar.

 

- Vit kunnu ikki góðtaka eina vápnahvíld, sum varir í ein mánað, leggur hon aftrat.