Føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti luttekur í kappingini European Open í hesum døgum. Í gjár leikti føroyingarnir sínar tveir fyrstu dystir. Fyrsti dysturin ímóti Kekkia varð sum kunnugt vunnin, men í næsta dystinum ímóti Russlandi gekk verri.
Endaliga úrslitið ímóti Russlandi gjørdist 17-29 til russar. Í fyrra hálvleiki var føroyska liðið tó væl betri við, enn úrslitið vísir. Hálvleiksstøðan var 10-15 til Russland. Í seinna hálvleiki bleiv leiðslan tó økt munandi til endaliga úrslitið 17-29.
Ikki er lang tíð hjá føroysku monnunum at hvíla, tí at longu klokkan 14 í dag er dystur aftur. Tá er tað Holland, sum er mótstøðuliðið í seinasta bólkadystinum.










