Eitt ukrainskt álop í Donetsk, sum lutvíst er hertikið av Russladi, hevur koastað nógvum russiskum hermonnum lívið.
Tað upplýsa bæði keldur úr Russlandi og Ukraina.
Russiska verjumálaráðið sigur, at 63 russiskir hermenn vórðu dripnir í álopinum, sum hendir stutt efitr midnátt á nýggjárinum.
– Í einum álopi við fýra rakettum við við háeksplosivum spreingihøvdu ímóti eini fyribils legu eru 63 russiskir hermenn deyðir, skrivar ráðið.
Tað er sjáldsamt, at Russlandi undir krígnum hevur váttað, at so nógvir hermenn eru deyðir.
Tað er – eins og tað ofta er dømi um undir krígnu – tó enn stór óvissa um veruligu deyðstølini. Sambært ukrainska verjumálaráðnum skulu upp ímóti 400 russiskir hermenn verða deyðir.
Álopið var í Makijvka í Donetsk, sum er undir russiskum eftirliti.
Donetsk er ein av fýra ukrainskum landspørtur, sum Russland hevur sagt vera russiskar eftir fólkaatkøvðu.
Atkvøðugreiðslan er tó fordømd og afturvíst í vesturheiminum.
Hinir tríggir landspartarnir eru Kherson, Luhansk og Zaporizjzja. Tilsamans eru hesir fýra landspartarnir 15 prosent av økinum hjá Ukraina.
/ritzau/AFP