Teir seinastu mánaðarnar hava russiskir leiðarar almannakunngjørt tíðindi um, at Russland hevur fingið ella er í ferð við at fáa sær nýggjar vápna-skipanir.
So seint sum mánadagin visti stjórnarblaðið Rossijskaja Gaseta at siga, at russar hava ment eina nýggja rakett, sum kann flyta fleiri fleiri hundrað kilo av spreingievni, og sum harafturat er sera beinrakin.
- Hon kann sendast av-stað ígjøgnum eitt vindeyga, skrivaði blaðið hjá verjumálaráðnum, Krasnaja Svesda.
Granskarin Shannon Kile, sum arbeiðir á svenska stovninum SIPRI, sigur við Politiken, at tann nýggja russiska rakettskipanin er fyrst og fremst ætlað sum liður í bardaganum ímóti yvirgangi. Hann vísir á, at higartil eru tað bara amerikanararnir, sum hava havt rakettir, sum eru sera beinraknar, sama hvussu langt málið er, men at russar eftir øllum at døma hava fingið tilsvarandi rakettir nú.
Fyri fjúrtan døgum síðani segði Vladimir Putin, forseti, at Russland hevur ment nýggjar kjarnorkurakettir, sum eru førar fyri at sleppa ígjøgnum ra-kettverjuna, sum USA ætlar at fáa sær. Hann boðaði samstundis frá, at Russland tryggjar sær rætt til at søkja at málum í londum, sum útvega sær hópoyðingarvápn.
Shannon Kile sigur, at Putin hevur lagt stóran dent á at menna russisku hermegina, og tað hevur havt sín týdning, heldur granskarin.
- Tíðindini um tey nýggju vápnini vísa, at Russland ætlar sær at verða eitt stórveldi, sum onnur skulu hava virðing fyri, sigur Shannon Kile.