Týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, sigur í dag, at Russland roynir at skapa órógv innanhýsis í Týsklandi.
Hetta ger Russland við at avlurta samrøður hjá heryvirmonnum í týska flogvápninum.
- Hetta er ein partur av "informatiónskrígnum" hjá Vladimir Putin, sum hevur til endamál at skapa innanhýsis stríð í Týsklandi.
Í gjár váttaði týski verjumálaráðharrin, at ein loynilig samrøða í týska flogvápninum er vorðin avlurtað.
Í samrøðuni, sum eisini lak út til sosialar miðlar, umrøða leiðarar í týska flogvápninum týskan hernaðarligan stuðul til Ukraina.
- Í avlurtaðu samrøðuni verður eitt nú tosað um at seta upp týskar krússararakettir av slagnum Tarus í Ukraina.
Útlendskar tíðindastovur vita í kvøld at siga, at hetta eru rakettir, sum kunnu røkka málum, sum eru 500 kilometrar burtur.