Í Russlandi eru seks danir ákærdir fyri at vera leiguhermenn í Ukraina.
Tað upplýsir sendistova Russlands í Danmark fyri Ekstra Bladet.
Danirnir kunnu fáa upp til 15 ára fongsul, um teir verða handtiknir á lívi.
Ein av teimum seks er áður staðfestur deyður undir bardøgum í Ukraina, skrivar blaðið.
Danirnir eru ákærdir eftir grein 359 í russisku revsilógini stykki 3, upplýsir sendistovan fyri Ekstra Bladet.
Har stendur, at »leiguhermenn«, um luttaka í einum stríði ella fíggindaskapi, »skulu revsast við fongsli í 7 til 15 ár«, skrivar blaðið.
Sendistovan ávarar í einum boðum til blaðið um, at útlendingar, sum eru »leiguhermenn« í Ukraina, annaðhvørt verða »neutraliseraðir« ella settir fyri ein dómstól.
Blaðið Foreign Policy hevur lýst tær løgfrøðiligu avbjóðingarnar, sum útlendingar, sum verða tiknir til fanga av Russlandi, kann standa fyri.
Er talan um sjálvboðin, sum verða partur av ukrainska herinum, hava útlendingar sum útgangspunkt somu støðu sum hermenn og eru vardir av Genève-avtalunum.
Men leiguhermenn hava ikki somu rættindi. Her veldst um, hvørt tað verður mett, um viðkomandi hevur persónlig áhugamál við vinningi fyri eyga. Og tað er trupult at prógva ella mótprógva, sigur blaðið.
At russisku myndugleikarnir hava eyguni eftir dønum, sum stríðast í Ukraina, var greitt frammanundan.
Í november upplýsti russiska fregnartænastunevndin, at 523 útlendingar, teirra millum í minsta lagi ein dani, var skuldsettur av Russlandi fyri at stríðast sum leiguhermaður í Ukraina.
Teir persónarnir vóru skuldsettir in absentia ella í fráveru.
/ritzau/