Russland hevur ongar ætlanir um at brúka taktisk kjarnorkuvápn í Ukraina. Tað sigur russiski sendiharrin í Bretlandi, Andrej Kelin, í samrøðu við BBC.
Sonevndu taktisku kjarnorkuvápnini røkka styttri enn sonevndu strategisku kjarnorkuvápnini, og tey hava heldur ikki somu styrki.
Sambært Andrej Kelin loyva russiskar hernaðarreglur ikki brúkið av taktiskum kjarnorkuvápnum í stríði sum tí í Ukraina. Tað er í grundini bert, um eksistensurin hjá Russlandi er í vanda, at tey kunnu brúkast.
– Tað hevur einki at gera við núverandi átak í Ukraina, sigur Andrej Kelin við sendingina Sunday Morning.
Ritzau skrivar, at Russland hevur umleið 2000 taktisk kjarnorkuvápn.