Ein russiskur trolari, sum hevur ligið við bryggju í Kollafirði, sleit fyrr í kvøld og hann rak á Land í Signabø.
Løgreglan sigur, at allir avvarðandi partar hava fingið boðini og Brimil er komin á Kollafjørð.
Men tað er so ringt veður, at sum er, gerst einki.
Sostatt verður bíðað til hann minkar vindin, sigur løgreglan.
Tað eru eisini fleiri aðrir smærri bátar, sum hava slitið í storminum, sigur Løgreglan
|