Í fráfaringarbrævi, sum er alannakunngjørt á LinkedIn, finst sendimaðurin, Boris Bondarev, at Vladimir Putin, forseta, og stýri hansara.
– Ongantíð havi eg skammast so illa av landi mínum sum 24. februar í ár, skrivar hann við tilsiping til dagin, tá russiskir hermenn gjørdi innrás í Ukraina.
Sambært LinkedIn hevur Bondarev higartil verið ráðgevi í málum um vápnaeftirlit fyri russisku ST-sendinevndina.