Russiskur flogberi við bretska markið

Bretski herflotin sendi í dag skip at halda eygað við russiskum flogbera sum siglir fram við bretska markinum.

Talsmaðurin hjá bretska verjumálaráðnum sigur, at flotin hevur sent skipið HMS Dragon út til einum russiskum herskipafylgi, sum millum annað telur Kuznetsov Admiral, sum er einasti flogberi, sum Russland hevur.

 

Flogberin, sum hevur pláss fyri 26 stríðsflogførum og 24 tyrlum, hevur verið í Miðjarðarhavinum og er nú á veg til Severomorsk.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at HMS Dragon er sent at fylgja við russiskum herskipum. Síðst í apríl fylgdi skipið við einum øðrum russiskum herskipi, Kulakov Varaadmirali, sum var á veg ram við bretska markinum.