Ein dómstólur í Moskva hevur dømt tann víðgongda høgramannin Nikita Tikhonov lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava skotið ein mannarættindasakførara og eina tíðindakvinnu. Tann 34 ára gamli mannarættindasakførarin Stanislav Markelov og tann 25 ára gamla tíðindakvinnan Anastasia Baburov vórðu skotin á alljósum degi í Moskva tann 19. januar í 2009.
Í oktober sama árið tók russiska løgreglan tvey fólk og skuldsetti tey fyri drápini.
Á rættarfundinum í dag bleiv Nikita Tikhonov dømdur lívlanga fongsulsrevsing, meðan Jevgenija Khasis fekk 18 ára fongsul fyri at hava hjálpt drápsmanninum.