Russiskur dómstólur bannar Facebook og Instagram

Ein russiskur dómstólur sigur, at Meta, sum eigur bæði Facebook og Instagram, er »ekstremistiskt«, skrivar tíðindastovan Tass.

 

Ein russiskur dómstólur hevur í dag bannað bæði Facebook og Instagram í landinum, eftir at hava boðað teimum báðum sosialu miðlunum frá avgerðini, sum fær virkna alt fyri eitt. Tað er móðurfelagið Meta, sum eigur báðar miðlarnar.

Russland hevur longu bannað Facebook, tí tey hava avmarkað atgongdina hjá russiskum miðlum.

Instagram er eisini blokkerað, eftir at Meta lat upp fyri møguleikanum, at Facebook- og Instagram-brúkarar í ávísum londum – teirra millum Ukraina, Póllandi og Russalndi – fegin máttu mæla til harðskap ímóti russarum og russiskum hermonnum, tá tað snýr seg um innrásina í Ukraina.

/ritzau/