Seinnapartin í dag fóru 18 av manningini á russiska skipinum ROS til Keypmannahavnar við Atlantsflog. Fleiri av teimum 18 hava verið í Føroyum síðani 14. mai, tá ið russusku skipini Izotop og Ros vórðu tikin, fyri at hava fiskað ólógliga í føroyskum sjógvi.
Í Føroya Rætti fingu skipararnir 100.000 krónur í bót hvør, harafturat skuldu teir gjalda fyri virðið á fiskinum, sum mett varð, at teir høvdu fiskað í føroyskum sjógvi. Virðið varð mett til 132.530 krónur hjá Izotop og 242.860 krónur hjá Ros. Dómurin er kærdur til Landsrættin.
Izotop fór til fiskiskap aftur, tá trygd varð veitt fyri upphæddini, men Ros liggur enn á Kollafirði.
Tað vóru 36 mans við Ros tá teir vóru tiknir 14. mai, nakrir eru farnir heim við russiskum skipum, onkur við Norrønu og 18 fóru loftvegis í kvøld, men enn er skiparin saman við tveimum av manningini umborð á Ros.