Russisku framtøkini í Kursk-landslutinum í Russlandi, sum Ukraina hevur hersett, eru steðgað.
Tað sigur eitt talsfólk fyri ukrainsku hernaðarmyndugleikarar í dag, Oleksiyj Dmytrasjkivskyj.
- Teir royndu at leypa á okkum, men teir eru steðgaðir. Viðurskiftini eru støðug, og í dag er alt undir eftirliti.
Oleksiyj Dmytrasjkivskyj sigur, at tað eydnaðist ikki russum at gera framtøk móti ukrainsku herdeildunum.
Maðurin starvast á einari kommandostøð, sum Ukraina hevur sett á stovn í russiska Kursk-landslutinum.
Oleksiyj Dmytrasjkivskyj sigur, at tað eru framvegis fleiri túsund russiskir íbúgvar í økjunum, sum Ukraina ræður yvir.
- Í nøkrum av økjunum eru fleiri enn hundað russar, sum hava valt at vera verandi, sigur talsmaðurin sambært AFP.