Russiskt skip við olju farið á land

Í minsta lagi ein spreinging hevur verið á oljutangaskipinum "Koala", sum tekur vatn upp nærhendis Sankta Pætursborg

Eitt russiskt oljutangaskip er farið á land í eystara parti av Eystrasalti umleið 150 kilometrar vestur úr Sankta Pætursborg.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Sambært AFP skrivar russiski skipamyndugleikin Rosmorrechflot á Telegram, at ”ein spreinging hendi í maskinrúminum” á skipinum í morgun.

Tíðindastovan dpa siterar russisktmæltu Telegram-rásina Baza fyri at siga, at tað vóru "fleiri spreingingar".

Sambært dpa hevur Baza tætt samband við russisku fregnartænastuna.

Skipið, sum eitur "Koala", hevur stívliga 130.000 tons av olju í lastini, skrivar dpa.

Rosmorrechflot myndugleikin boðar frá, at tað eydnaðist manningini at sleppa av skipinum.

Eingin oljuleki hevur verið, skrivar Rosmorrechflot á Telegram, sambært AFP.

Tað er heldur eingin vandi fyri, at skipið søkkur, stendur í fráboðanini.

Sambært dpa taldi manningin 24 fólk umborð.

 

/Ritzau/