Russiskt radiotorn stendur fyri falli

Lenin reisti Sjukhov tornið mitt í Moskva. Nú er tornið í so ringum standi, at mælt verður til at taka tað niður

Í 1922 varð eitt 50 metrar høgt metaltorn reist mitt í russiska høvuðsstaðnum. Lenin gav boð um, at tornið skuldi gerast, so tað kundi senda radio, sum var til frama fyri landsins leiðslu.
Síðani hevur Sjukhov tornið staðið stutt frá Kreml, men tað hevur ongantíð verið tað stóra ferðamálið, sum onnur torn í øðrum londum eru blivin. Ein orsøk er, at tað ber ikki til at sleppa upp í tornið.
Av tí sama hevur tornið ikki havt tað meira enn næstbest, og hóast eitt uppskot var frammi í 2009 um at varðveita tornið, er einki hent, og standurin er nú versnaður munandi. Nú er ætlanin at taka tornið niður og møguliga endureisa tað seinni.

Tornið skal standa
Fleiri kendir arkitektar, mentafólk og onnur hava nú tikið seg saman í roynd at bjarga torninum og lata tað verða standadi.
Heimskendi bretski arkitekturin Norman Foster hevur áður staðið á odda fyri eini bjargingarætlan av torninum, tí hann helt tað vera imponerandi og hava søguligan týdning.
Nú hava fólk sum Rem Koolhaas og Elizabeth Diller og onnur latið teirra undirskrift til eina innsavning av undirskriftum, sum skulu stuðla áheitanini um at varðveita tornið.
Tey eru ímóti, at tornið verður tikið niður, men heldur umvælt og styrkt, sum tað stendur.