Eitt ómannað russiskt rúmdarfar kom ikki í ta ásettu ringrásina, tá tað skuldi út til Altjóða Rúmdarstøðina við útgerð til teir seks rúmdarmenninar, sum eru har í løtuni. Russisku myndugleikarnir siga, at eldur kom í rúmdarfarið, og at partar av tí duttu niður í Sibiria.
-Flutningsfarið Progress, sum ikki kom í ta ætlaðu ringrásina, er dottið niður í Altaj, skrivar russiska tíðindastovan Interfax. Tíðindastovan sigur seg hava fingið at vita frá myndugleikunum, at rúmdarfarið fekk trupulleikar, stutt eftir at tað var skotið upp á rúmdarstøðini Bajkonur í i Kasakhstan um middagsleitið í dag.
Russisku rúmdarmyndugleikarnir siga, at hendingin ávirkar ikki trygdina hjá teimum seks monnunum í Altjóða Rúmdarstøðini.