Evnið, sum nú er góðkent sum koppingarevnið ímóti covid-19 í Russlandi, er roynt við 76 menniskjum.
Tað stendur í tíðindaskrivi frá russiska heilsumálaráðnum.
Í boðunum upplýsir ráðið, at evnið fyrst varð roynt við fleiri djórum – gnagdýrum og apum.
Allar djóraroyndir klára[u allar kanningar fyri trygd og virkisføri av evninum. Tí hildu granskarar fram við at royna evnið við menniskjum.
– Seinni varð koppingarevnið roynt við tveimum bólkum av sjálvbodnum, skrivar russiska ráðið. Í hvørjum bólki vóru 38 fólk.
Tað var Vlademir Putin, forseti, sum í gjár boðaði frá, at Russland sum tað fyrsta landið í heiminum hevði góðkent eitt koppingarevni ímóti koronuvirus.
Russiska heilsumálaráðið góðkendi koppingarevnið eftir minni tveir mánaðir við royndum við menniskjum.
/ritzau/