Við einum 2-1 sigri í finaludystinum móti Canada vissaði Russland sær í gjár HM-gull í íshockey. Talan varð um sera spennandi finalu, har Canada trýsti øgiligt móti endanum, men tað eydnaðist teimum ikki at senda útjavnandi skotið inn um framúr væl spælandi Bryzgalov í russiska málinum. Svøríki vann í bronsudystinum 4-2 móti USA.