Russiskir hermenn eru útslitnir

Konur hjá russiskum hermonnum í Ukraina biðja nú um, at menninir koma heim. Tað veit bretsk fregnartænasta at siga í sínari seinastu frágreiðing um krígsstøðuna.

 

Í einum video-broti hjá russiskari tíðindastovu, sum bretska fegnartænastan hevur fingið hendur á, sigur ein kvinna, at russisku hermenninir í Ukraina eru "mentalt og likamliga útslitnir".

 

Tað skrivar Sky News.

 

Seinasta frágreiðingin hjá bretsku fregnartænastuni vísir, at russisku hermenninir hava ongar steðgir í hørðu bardøgunum við ukrainska herin.

 

Fregnartænastan heldur, at vantandi steðgir frá bardøgunum mest hugsandi eru størstu trupulleikarnir, sum russiski herurin hevur at dragast við í løtuni.

 

Video-brot, sum bretska fregnartænastan hevur fingið hendur á, vísa, at konur hjá hermonnum heita á lokalar politikarar um at lata hjúnafelagarnar sleppa heim.

 

Seinasta frágreiðingin hjá bretsku fregnartænastuni staðfestir eisini, at hernaðarliga framgongdin hjá Russlandi í Ukraina er minimal. 

 

- Russisku bumbingarnar í norðara parti av Donbass-regiónini halda fram, meðan ukrainski herurin heldur fram við at trýsta ímóti russisku herdeildunum í hertiknu Kherson-regiónini, skrivar fregnartænastan.