Russiski forsetin í Noregi

Russiski forsetin, Dmitrí Medvedev, og kona hansara Svetlana komu fyrrapartin til Noregs at vitja. Hann kom við flogfari, og Hákun krúnprinsur og Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharri, vóru á flogvøllinum og tóku ímóti gestunum.

Medvedev hevur havt fund við Jens Stoltenberg, forsætisráðharra og Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharra um ymisk felags áhugamál. Aftenposten skrivar, at mannarættindini eru eisini á skránni.

Hetta er fyrstu ferð í 16 ár, at ein russiskur forseti er á almennari vitjan í Noregi.