Russisk superjakt sum er 550 millónir verd skal á uppboðssølu

Fyri fyrstu ferð skal ein jakt, sum hald er lagt á vegna russisku innrásina í Ukraina, á uppboðssølu.

 

Ein jakt, sum hald er lagt á, ið er mett til eitt virði upp á 550 milliónir krónur, skal týsdagin í næstu viku seljast á uppboðssølu.

Tað skrivar bretskir miðlar BBC og The Guardian í dag.

Hald er lagt á fleiri jaktir seinasta hálva árið vegna revsitiltøkini hjá vesturheiminum ímóti russiskum ríkmonnum. Tað er fyrstu ferð, at ein av hesum luksusskipum verða seld á uppboðssølu.

Hald varð lagt á jaktina í mars eftir at Russlandi hevði gjørt innrás í Ukraina.

Orsøkin er, at russiski eigarin, oligarkurin Dmitrij Pumpjanskij, eftir øllum at døma skyldaði yvir 20 milliónir dollarar í amerikanska bankanum JP Morgan.

Hald varð lagt á skipið í Gibraltar. Tað er eisini stjórnin á Gibraltar, sum stendur fyri at umsita uppboðssøluna. Upphæddin fer til JP Morgan.

Uppboðssølan verður í eitt samdøgur. Tað verður tí roknað við, at søluprísurin fer at røkka metingarprísinum upp á 63 milliónir pund (550 milliónir krónur).

Jaktin hevur navnið »Axioma« og er 72,5 metrar long.

Pláss er fyri 12 persónum í seks kahyttum. Harumframt er svimjihylur, jacuzzi, biografur og veningarstøð.

Sjálvt um Dmitrij Pumpjanskij hevur átt jaktina, so hevur verið møguligt at leiga hana fyri upp ímóti fýra milliónum krónum um vikuna.

Pumpjanskij er stjóri í OAO TMK, sum framleiðir stálrør. Felagið er veitari til russiska statsfelagið, orkufelagið Gazprom.

 

##med2##

58 ára gamli Pumpjanskij verður mettur at eiga umleið 16 milliardir krónur. Hann er raktur av revsitiltøkunum frá Bretlandi. ES og USA.

/ritzau/

 


 

 

Russiski ríkmaðurin Dmitrij Pumpjanskij er raktur av tiltøkum frá bæði Bretlandi. ES og USA. Í mars var hald lagt á jakt hansara. (Arkivfoto). - Foto: Maxim Shemetov/Reuters