Russisk stríðsflogfør við Skotland

Bretsk stríðsflogfør vórðu í gjárkvøldið send á flog ímóti tveimum russiskum hernaðarflogførum, sum flugu í landnyrðing stutt úr Skotlandi.

Tey bæði russisku flogførini vóru av slagnum Tupolev 95, sum vanliga verður umrøtt sum "Bjørnin". Hildið verður, at tey komu frá einari flogstøð á Kola-hálvoynni í útnyrðingspartinum av Russlandi, og at tey høvdu flogið út yvir Atlantshavið haðani ímóti Norðsjónum.

 

Íslendska vaktartænastan og NATO-eftirlitið í Íslandi hildu eygað við teimum báðum russisku flogførunum, og sambært íslendska ríkisútvarpinum hildu flogførini seg uttan fyri tann íslendska partin av NATO-loftverjurúminum.

 

Tá russisku flogførini nærkaðust skotsku landnyrðingsstrondini, gjørdu bretsku myndugleikarnir av at senda jagaraflogfør ímóti teimum. Herumframt vórðu donsk og niðurlendsk flogfør send á flog at halda eygað við gestunum, og endin varð, at russisku flogførini vendu norðuraftur.

 

Sagt verður, at tey bæði russisku flogførini hildu seg alla tíðina í altjóða loftrúmi.