Í nátt veit tankasmiðjan - ISW (The Institute for the Study of War) - at siga, at væntaða russiska stórálopið er í gongd í Ukraina.
Sagt verður, at russiskar herdeildir fremja álop á fleiri hermótum.
Í morgun siga myndugleikarnir í Ukraina, at ukrainskar herdeildir hava svarað aftur á 19 ymiskum hermótum.
Eitt av økjunum, sum eru fyri russiskum álopum , er landsluturin, Luhansk, og hetta hevur verið væntandi.
Fleiri keldur væntaðu, at russiska stórálopið fór at koma nakað seinni, og at russar fóru at bíða, til nýggjur hernaðarútbúnaður var komin til hermótini.
Tað var annars týsdagin, at ISW (The Institute for the Study of War) ávaraðið um russisk stórálop har eysturi í Ukraina.
Hin 24. februar - ella um góðar tvær vikur - er eitt ár liðið, síðan Russland leyp á Ukraina, og síðan hevur landið verið fyri støðugum russiskum álopum.