Russisk hernaðarvenjing í Barentshavinum

- Venjingin í Barentshavinum verður frá í dag til seinnapartin mánadagin, veit NRK at siga.

Tíðliga í morgun sendi Russland 20 skip, kavbátar og flogfør úr Norðurflotanum og út í Barentshavið til eina hernaðarvenjing.

 

Norska kringvarpið NRK, sum endurgevur The Independent Barents Observer, veit at siga, at við í venjingini eru umleið 8000 hermenn.

 

Sagt verður, at venjingin hevur verið fráboðað, og at talan er um eitt víðfevnt øki.

 

- Bæði norðanfyri og sunnanfyri Bjarnoynna verður tað, sum russar rópa royndarskjóting av rakettum - ella "missiltesting".

 

Samært NRK hevur Russland, sum vanligt er, sent út ávaring, og sagt verður, at venjingin í Barentshavinum verður frá í dag til seinnapartin mánadagin.

 

##med2##

 

 

 

Á kortinum sæst, hvar Bjarnoyggin liggur.