Russisk eftirlitsvitjan í heyst

Í næstum fáa nøkur føroysk matvøruvirki og verksmiðjuskip vitjan av russiska eftirlitinum, Rosselkhoznadzor.

 

 

Orsøkin er, at virkini og verksmiðjuskipini ynskja at útflyta fiskavørur til Russlands, og fyri at fáa tað loyvið, skal russiska eftirlitið gera eina sokallaða eftirlitsvitjan.

 

 

Um virkini verða góðkend, koma tey á Russlandslistan, sum er listin yvir tey virki og goymslur, ið hava loyvi at útflyta fiskavørur til Russlands.

 

 

 

- Nøkur føroysk matvøruvirki og verksmiðjuskip hava ynski um at koma á Russlandslistan. Talan er um virki, sum í løtuni ikki eru á Russlandslistanum. Í august mánaði hava russar boðað frá, at ein eftirlitsvitjan kann gerast í september ella oktober, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu síni.

 

 

 

Rosselkhoznadzor hevur í fleiri umførum boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, at treytin fyri at koma á listan er, at umboð fyri teirra tollunion,  ið umfatar Russland, Kazakstan og Hvítarussland, skulu góðkenna hesi matvøruvirkini og verksmiðjuskip við eini eftirlitsvitjan, áðrenn talan kann verða um at víðka núverandi lista.
 

 

 

Til ber at síggja listan við teimum virkjunum, ið eru góðkend at útflyta fiskavørur til Russlands, við at trýsta her