Tvey russisk bumbuflogfør flugu í gjár millum Hetland og Føroyar, og tað fekk bretska hervaldið at senda Typhoon-flogfør í luftina at fylgja óbodnu russisku gestunum.
Tað skrivar blaðið The Independent. Russisku flogførini vóru av slagnum Tupolev Tu-160 Blackjack, sum er heimsins størsta hernaðarflogfar. Flogførini eru nýliga nútímansgjørd og kunnu bera langtrøkkandi kjarnorkuløddar rakettir. Tað er ógreitt, hvussu tey vórðu vápnað í gjár. Tu-160 flogførini komu í nánd av bretskum loftrúmi klokkan 10 fyrrapartin, tá ið tey flugu millum Hetland og Føroyar. Síðani løgdu tey leiðina framvið vesturstrondini á Írlandi og settu kós niður ímóti Biscayavíkini, har sponsk og fronsk flogfør yvirtóku eftirlitið. Russisku flogførini vendu norðanfyri Spania og løgdu síðani leiðina heimaftur og flugu eitt nú í nánd av Hebridunum á veg heim. Russisku flogførini vóru í nánd av bretskum loftrúmi í fimm tímar, men tey komu ongantíð inn um. The Independent hevur roynt at fáa viðmerkingar um tilburðin frá enskum og russiskum myndugleikum, men tað hevur ikki eydnast.










