Loksins hevur ein russi aftur møguleikan at vinna heiðurin sum heimsins besti telvari, aftaná at 26 ára gamli Sergej Karjakin, upprunaliga føddur í Ukraina, um vikuskiftið vann kappingina, ið skuldi avgera hvør fær møguleikan at telva um heimsmeistaraheitið móti verandi meistaranum norska Magnus Carlsen.
Russiska tjóðin hevur fostrað fleiri av heimsins bestu telvarum, og var serliga gamla Sovjetsamveldið í stóran mun einaráðandi í talvheiminum í 20. øld. Frá 1948 til 1993 var tað einans ein persónur uttanfyri Sovjetsamveldið, ið megnaði at vinna heimsmeistaraheitið, nevniliga amerikanarin Robert J. Fischer.
Eisini aftaná, at Sovjetsamveldið fall, vóru tað russar, ið vóru sterkast fram til ár 2000. Síðani hevur tó verið heldur striltið hjá russum, og fyriuttan Kramnik, ið var heimsmeistari frá 2006 til 2007, so hava telvarar úr øðrum tjóðum vunnið heimsmeistaraheitið.
Seinasti í røðini er 25 ára gamli Magnus Carlsen, ið gjørdist heimsmeistari í 2013, tá hann vann á indiska Viswanathan Anand.
Heimsmeistarakappingin millum Magnus Carlsen og Sergej Karjakin verður í New York í døgunum 11. til 30. november.










