Russar vilja hava fleiri upplýsingar úr Íslandi

Russiska stjórnin er enn ikki sannførd, um rætt er at veita íslendingum lán. Tíðindastovan Reuter skrivar, eftir at hava tosað við heimildarmann í russisku stjórnini, at enn vanta upplýsingar, fyri at taka støðu, um lánið skal veitast ella ikki.

Tingingarnar við russar hava enn ikki ført á mál, tí koma tingingarnar at halda fram.

Íslendska samráðingarnevndin fór til Moskva mánadagin, teir tingaðust við russar bæði týsdagin og mikudagin.

Geir H. Haarde, segði á tíðindafundi í gjár, at neyðugt verður at tingast viðari við russar. Í dag skuldi ásetast nær næsti fundur kann verða.