Gráu og ofta illa rustaðu trolararnir hava verið serliga eyðsýndir hjá havnarfólki og nólsoyingum seinastu dagarnar. Árni Dam á Skipafelagnum heldur, at fleiri enn tjúgu russkiskir trolarar hava lagt leiðina í Nólsoyarfjørð um dagarnar.
Trolararnir eru komnir higar at umskipa veiðuna. Teir flestu hava veitt lodnu í Barentshavinum, og hon verður nú umskipað umborð á frystilastabátar.
Eini fimm slíkir lastabátar hava verið í føroyskum sjógvi eftir lodnu frá russarum. Lastabátarnir, sum eru úr nógvum ymiskum londum, fara við lodnuni til Kaliningrad í Russlandi, meðan nakrir fara til Afrika at selja veiðuna.
Fara eftir svartkjafti
Orsøkin til at russisku trolararnir ikki fara til lands at selja veiðuna er, at teir missa ov nógvar virðismiklar fiskidagar. Tað tekur kanska eina góða viku at sigla, um teir sjálvir skulu selja veiðuna í Russlandi. Sosatt er tað ov dýrt at sigla veiðuna í land hjá russarum, sum nú eru lidnir at royna eftir lodnu í Barentshavinum á hesum sinni.
Hetta er tíðin, tá roynt verður eftir svartkjafti. Svartkjaftaveiðan byrjar vestanfyri Írland og við Rockall. So hvørt sum svartkjafturin ferðast norðureftir móti Føroyum fylgja skipini við.
Teir føroysku bátarnir, sum veiða svartkjaft, landa vanliga í Fuglafirði, og tað gera fleiri íslendskir bátar eisini, alt eftir hvussu nógv virkið í Fuglafirði megnar at taka ímóti frá bátunum.
Flestu russisku trolararnir fara nú at veiða svartkjaft við Rockall.