Russar ætlaðu at myrða Vladimir Putin

Bretska løgreglan hevur tikið ein fyrrverandi yvirmann í KGB og ein annan russara. Hildið verður, at teir ætlaðu at beina fyri russiska forsetanum

Scotland Yard tók teir báðar menninar fyri hálvari aðru viku síðani, eftir at ein fyrrverandi russiskur fregnartænastumaður hevði kunnað løgregluna um, hvat menninir ætlaðu.

Sambørt Sunday Times sótu teir báðir menninir í einum av teimum tryggastu fongslunum í Bretlandi, til teir seinasta fríggjadag vórðu settir umborð í eitt flogfar, sum fór til Moskva.

Sambært blaðnum ætlaðu teir báðir menninir at myrða Vladimir Putin, meðan hann var á vitjan uttanlands. Fyrrverandi russiski fregnartænastumaðurin, sum avdúkaði ætlanina, flýddi sjálvur úr Russlandi til Bretlands fyri trimum árum síðani. Hann hevur greitt bretsku løgregluni frá, at hinir báðir menninir ringdu til hansara, og at hann eisini hitti teir einaferð uttan fyri eina matstovu í London. Tá avdúkaði annar av monnunum, sum er ein fyrrverandi majorur í KGB, at teir ætlaðu at myrða Putin. Orsøkina segði hann vera, at forsetin mátti ruddast av vegnum, áðrenn hann koyrdi Russland á húsagang.

Sambært Sunday Times visti bretska fregnartænastan, MI5, um morðætlanina.