Russiski herurin er í ferð við at taka seg aftur úr Georgia Í morgun fór russiski herurin undir at taka sínar hermenn úr georgiska býnum Gori, sum russar hersettu í gjár.
Tann almenna russiska frágreiðingin fyri at senda hermenn til býin í gjár var, at hermenninir skuldu verja sivilfólkið í býnum. Georgis legði hinvegin Russland undir at bróta vápnahvíldina.
Hernaðarkeldur siga, at afturtøkan úr Gori er byrjanin til eina russiska afturtøku úr Georgia.










