Russar siga seg taka fleiri deildir aftur

Men, í USA seta tey spurnartekin við, um Russland yvirhøvur hevur framt nakra afturtøku á markinum til Ukraina.

Russiska verjumálaráðið sigur, at landið fer at taka fleiri stríðsvognar og hernaðarakfør aftur av markinum nærindis Ukraina. 

 

- Eitt tok við herfólki og hernaðarútgerð er komið til støðir sínar í Nizjnij Novgorod-regiónini eftir at hava verið við í ætlaðum venjingum.

 

Í Russlandi siga tey, at henda afturtøka er hin seinasta í røðini hesa vikuna, men í USA eru tey í iva um, hvørt Russland hevur framt nakra afturtøku yvirhøvur.

 

Sambært upplýsingum úr USA hevur Russland út við 150.000 herfólk í Russlandi og Hvítarusslandi við markið til Ukraina.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi fyrrapartin í dag.