Russar njósnaðust í Føroyum

Føroyar lógu verjuleysar undir kalda krígnum, og væl hevði borið til hjá russum at hersett oyggjarnar. Eftirlitið við mongu vitjandi úr Sovjetsamveldinum var ikki nóg gott, og eisini bendir nógv á, at russisku fiskiførini høvdu til uppgávu at savna upplýsingar um Føroyar og føroyska samfelagið. Tað er niðurstøðan í Reyðubók, sum Bent Jensen, professari hevur skrivað.

Mánadagin kom hon loksins. Bókin, ið lýsir Føroyar undir kalda krígnum, sæð frá einum sovjetiskum sjónarhorni. Bókin er ætlað sum ein mótvekt til Svørtubók, ið varð grundað á skjalatilfar úr amerikanskum goymskum. Danski professarin Bent Jensen hevur leitað í gomlum, sovjetiskum skjalagoymslum fyri har at finna tilfar, ið kann siga nakað um, hvussu stórveldið fyri eystan sá Føroyar í hernaðarligum høpi.
Hóast hann hevur verið nógv tarnaður í sínum arbeiði, og ikki hevur fingið atgongd til øll skjøl, so er niðurstøðan hjá danska professaranum, at russar høvdu eitt vakið eyga við Føroyum.
Undir og árini eftir Seinna Heimsbardaga høvdu Føroyar ikki stórvegis týdning fyri Sovjetsamveldið. Men tá viðurskiftini seinni kølnaðu millum eystur og vestur fingu Føroyar ein størri strategiskan týdning, eisini fyri Sovjetsamveldið.

Ynsktu ikki loysing
Sovjetsamveldið var væl vitandi um, at Danmark ikki var ført fyri at verja Føroyar í eini krígsstøðu. Men Moskva ynskti heldur ikki, at Føroyar tóku loysing frá Danmark. Tí sjálvt um leiðararnir í Kreml stuðlaðu sjálvstýrisrørslum nógva staðni í Vesturheiminum, so gjørdi tað seg ikki galdandi í Føroyum. Strategiska støða Føroya mitt í Atlantshavinum loyvdi ikki, at Føroyar lógu sum eitt uttanveltað mitt millum eystur og vestur, og tískil vóru russar sannførdir um, at tóku Føroyar loysing vildu oyggarnar í staðin koma undir bretskar og/ella amerikanskar veingir.
Tískil gjørdist tað sovjetiskur politikkur at lata vera við at stuðla loysingarrørsluni í Føroyum, men í staðin royna at ávirka viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað skuldi gerast við at royna at trýsta danir til at forða NATO í at gera herstøðir í Føroyum.
Men so hvørt sum NATO-útbyggingarnar fóru fram í Føroyum í fimmti- og sekstiárunum, vóru sovjetisku eyguni alsamt meira vend móti Føroyum.

Sovjetisk herseting
Bent Jensen slær fast, at Sovjetsamveldið uttan nakrar trupulleikar hevði kunnað hersett Føroyar, ynsktu teir tað. Men samtíðis høvdu trygdarpolitisku avleiðingarnar verið sera stórar, og tí er ringt at meta um, hvørt hetta var ein reellur møguleiki.
Undir kalda krígnum varð ofta ført fram, at Føroyar í eini krígsstøðu kundu verið raktar av kjarnorkuvápnum, tí NATO hevði útgerð her. Tað, ið nú ber til at siga við vissu er, at hernaðarligir serfrøðingar tá í tíðini ikki kundu vísa hesum aftur. Vandin var til staðar. Sovjetsamveldið var sannført um, at brast kríggj á millum eystur og vestur, so skuldi hetta kríggj vinnast við kjarnorkuvápnum, og tískil kundu eisini Føroyar verið fyri kjarnorkuálopi. Men einans atgongd til afturlatin, hernaðarlig, sovjetisk skjalasøvn kann svara spurninginum nøktanti, skrivar Bent Jensen í Reyðubók.

Fiskiskipini
Tað var ikki einans sovjetiska hernaðarliga hjáveran nærhendis Føroyum, ið ørkymlaði Danmark. Danska verjan og donsku myndugleikarnir dámdu lítið stóra sovjetiska fiskiflotan undir Føroyum og mongu sovjetisku og eysturtýsku skipini í føroysum øki. Og enn minni dámdi dønum sovjetisku fiskiførini, ið vóru til umvælingar í Føroyum, serliga í áttatiárunum.
Reyðabók staðfestir, at tað avgjørt ikki kann vísast aftur, at sovjetisku fiskiskipini høvdu aðrar uppgávur, harímillum fregnartænastuuppgávur, og at skipini vóru partur av sovjetisku tilbúgvingini í einum møguligum kríggi. Harafturímóti bendir alt á, at so var, skrivar Bent Jensen. Men samtíðis viðurkennir hann, at lítið ítøkiligt er at vísa á. Sovjetisku skipini kundu vera ein møgulig hóttan, men skjalasøvnini, ið kundu staðfest at so var, hevur Bent Jensen ikki fingið atgongd til.

Vánaligt eftirlit
Í Reyðubók skrivar Bent Jensen, at eingin ivi er um, at Sovjetsamveldið hevði fregnartænastuvirksemi í Føroyum. Men hann leggur afturat, at alt annað hevði verið at misrøkt sínar skyldur, tá havt verður í huga, at lætt var at savna tilfarið, og at fíggindin, tvs. NATO, hevði støðir her.
Sovjetisk sendifólk og onnur embætisfólk, ið vitjaðu í Føroyum, skrivaðu sínar frágreiðingar. Eisini vitjaðu fregnartænastufólk oyggjarnar, ílætin sum tíðindafólk ella embætisfólk. Somuleiðis hava skiparar á fiskiførunum og aðrir av manningini skrivað sínar frágreiðingar.
Bent Jensen undras á, hví donsku myndugleikarnir ikki hava røkt uppgávuna at kanna útlendsku (les sovjetisku) persónarnar, ið vitjaðu Føroyar. Ein uppgáva, ið myndugleikarnir sjálvir høvdu álagt sær, men sum teir ikki ikki røktu, staðfestir Bent Jensen. Tískil høvdu russar so at siga frítt at fara og kundu gera sum teimum lysti.

Danskur vinningur
Í niðurstøðu síni staðfestir Bent Jensen somuleiðis, at alt bendir á, at danir hava havt vinning av Føroyum í NATO-høpi. Tí við at loyva vesturlendsku verjusamgonguni at nýta føroyskt øki var lættari hjá Danmark at sleppa sær undan øðrum uppgávum, ið NATO álegði limalondum sínum.


FAKTA

Í desember 2000 bað Anfinn Kallsberg, løgmaður danska søgufrøðingin Bent Jensen um at kanna, hvønn lut Føroyar hevði í verjupolitikkinum hjá Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum. Kanningin kom í lag eftir at ein líknandi frágreiðing, vanliga nevnd Svartabók, hevði lýst føroyska leiklutin, sæð úr USA og NATO.

Reyðabók er higartil bara at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, men seinni kemur hon út í bók.