Russar mist helmingin av sínum stríðsvognum

- Russar hava higartil mist millum 2000 og 2300 stríðsvognar, og ukrainar hava mist einar 700, sigur bretsk greiningarfyritøka.

Russiski herurin hevur mist næstan helmingin av sínum nútímans stríðsvognum, síðan landið leyp á Ukraina fyri skjótt einum ári síðan.

 

Tað sigur bretska greiningarfyritøkan innan hernaðarviðurskifti, International Institute for Strategic Studies (IISS), í sínari árligu frágreiðing, nevnd "Military Balance".

 

Sagt verður, at stóri missurin av nútímans stríðsvognunum hevur tvingað russar at brúka gamlar vognar frá sovjettíðini í Ukraina.

 

Russar megna ikki at framleiða, ei heldur umvæla stríðsvognar í sama mun, sum herurin missir vognar í Ukraina, sigur Henry Boyd hjá IISS við Reuters.

 

Hann heldur, at russar higartil hava mist millum 2000 og 2300 stríðsvognar, og ukrainar hava mist einar 700.

 

Ukrainar hava nú fingið lovað einar 100 nútímans stríðsvognar úr vesturheiminum.

 

- Hetta kann saktans fara at føra til, at russiski aggresiviteturin og sjálvvissan móti ukrainsku stríðsvognunum minkar, tá russisku herfólkini síggja ein øktan vanda, sigur Henry Boyd hjá IISS.

 

Í frágreiðingini verður hildið, at russar framvegis hava meginpartin av sínum flogvápni, og tað er ikki óhugsandi, at teir fara at brúka hernaðarflogførini meira, enn teir higartil hava gjørt.