Russisku myndugleikarnir hava víst einum hernaðardiplomati á ísraelsku sendistovuni í Moskva av landinum. BBC sigur frá ísraelska herinum, at hernaðardiplomaturin Vadim Leiderman var til avhoyringar hjá russisku myndugleikunum í 10 dagar. Aftaná fekk hann boð um at fara úr Russlandi innan tvey samdøgur. Maðurin er nú í Ísrael.
Russiska stjórnin hevur ikki sagt nakað alment um málið, men talsmenn hjá ísraelska herinum siga, at russar skuldsettu Leiderman fyri at hava njósnast fyri Ísrael, men at púra einki hald er í hesum. Sum skilst komu agentar hjá russisku fregnartænastuni á eina matstovu eftir ísraelska diplomatinum og skuldsettu hann fyri njósning.
Eygleiðarar halda, at russiska stigið kann hava samband við, at Ísrael nýliga fýltist á, at Russland hevur so gott samstarv við Sýrialand.