Russar hava býtt Georgia í tvey

Russisku herdeildirnar í Georgia hava í veruleikanum kvett landið í tveir partar, sigur georgiska innanríkisráðið. Partarnir leggja hvør annan undir krígsbrotsverk

Innanríkisráðið í Tblisi endurgav í morgun Mikhail Saakashvili fyri at hava sagt, at russiska hernaðarátakið bleiv víðkað so nógv í gjár, at í veruleikanum hava russar býtt Georgia sundur í tveir partar.

Í fyrralagi hava russisku herdeildirnar tikið ræðið í Suðurossetia og Abkhasia, men í gjár søktu russar at fleiri málum í økinum millum teir báðar landspartarnar, og sambært georgiskum embætismonnum var endamálið at kvetta Georgia tvørturav. Eitt nú tóku russar býin Gori, og harvið fekk russiski herurin ræðið á tí einasta høvuðsvegnum, sum bindur tann eystara og tann vestara partin av landinum saman.

Vanliga búgva umleið 50.000 fólk í Gori, men vesturlendsk tíðindafólk siga, at býurin var at kalla manntómur, tá russar tóku hann, tí allir íbúgvarnir vóru flýddir. Russiskir talsmenn avsannaðu í gjárkvøldið, at russiski herurin hevði tikið Gori.

Seinni visti tíðindamaðurin hjá Sky News at siga, at teir tussisku hermenninir høvdu sett kós ímóti Tblisi, men tey tíðindini vórðu ikki váttað. Hinvegin ljóðaði fyri vist, at russiskir hermenn vóru farnir úr Abkhasia og inn í Vestur-Georgia, og ST-eygleiðarar søgdu, at russar høvdu hersett eina georgiska herstøð tætt við býin Senaki.

Senaki er einar 40 kilometrar frá abkhasiska markinum, og býurin er uttan fyri tann trygdargeiran, sum er fram við markinum millum Abkhasia og hin partin av Georgia.

 

Krígsbrotsmaður

Georgiski forsetin, Mikhail Saakasjvili, skrivaði í gjár undir eina friðaravtalu við russar, men russiska stjórnin boðaði alt fyri eitt frá, at hon var ikki sinnað at skriva undir avtaluna.

Samstundis kom tann russiski NATO-sendiharrin við óvanliga hvassorðaðum atfinningum at georgiska forsetanum.

-Russland vil einki hava við tann georgiska forsetan at gera, tí hann er ein krígsbrotsmaður, segði sendiharrin. Orðalagið líkist tí, sum Vladimir Putin, forsætisráðharri, brúkti, tá hann vitjaði eina flóttafólkalegu í Norðurossetia. Har segði hann millum annað, at georgiski herurin og hansara leiðarar vóru sekir í yvirgangi og fólkamorði.

Mikheil Saakashvili sigur í sínum lagi, at Russland fremur tilætlað fólkamorð í Georgia.

 

Eitt mistak

Vesturlendskir eygleiðarar siga, at tað var eitt mistak av georgiska forsetanum at gera eina roynd at taka valdið í suðurossetiska høvuðsbýnum Tshinvali. Ætlan hansara var at taka broddin av teimum suðurossetisku uppreistrarmonnunum, men forsetin hevði eftir øllum at døma ikki væntað, at Russland fór at svara so ógvusliga.

 

Summir eygleiðarar halda, at kreppan fer uttan iva at enda við, at Georgia missir bæði Suðurossetia og Abkhasia, og so er spurningurin, um Mikhail Saakasjvil missir Georgia, siga teir.

 

Fáa einki gjørtt

Amerikanski forsetin, George W. Bush, var í gjárkvøldið uttan fyri Hvítu Húsinin við einari viðmerking, sum bleiv send beinleiðis í sjónvarpi um allan heimin. Bush segði, at altjóða samfelagið kann ikki góðtaka ta russisku framferðina í Georgia, og at hann heitti á russar um at gevast við átakinum og at taka hermenninar aftur.

Bush segði, at russiska átakið tykist hava til endamáls at fella ta georgisku stjórnina, og tað kann ikki góðtakast, segði hann, tí slíkt kann ikki góðkennast í 21. øld, sum hann málbar seg.

Eygleiðarar í Washington siga, at orðalagið var rættiliga hvast, men teir vísa samstundis á, at USA fær einki gjørt við støðuna í Georgia uttan at mótmæla.